top of page

Pápar: Lesið við børnunum

16.02.23

Á áhugaverdari ráðstevnu við heitinum Kreppa, varð týdningurin av at lesa við børnunum enn eina ferð staðfestur. Nýggj lesivanakanning av børnum undir skúlaaldur staðfestir, at foreldur lesa minni fyri børnum enn áður. Og nú heita ungir dreingir á pápar um lesa saman við børnunum.


Í farnu viku vóru Føroyar lesa á norsku barnabókaráðstevnuni NBBK í Stavanger. Heitið fyri ráðstevnuna, ið verður hildin annaðhvørt ár, var kreppa. Frá ymiskum vinklum var evnið viðgjørt. Veðurlagið, sum er í kreppu, fólkaræðið er í kreppu, menniskju eru í kreppu og lesingin er í kreppu.


Ráðstevnan varð skotin í gongd við framløguni av eini landsumfatandi norskari lesivanakaning hjá Lesesenteret. Hetta er fyrsta lesivanakanning, sum er gjørd av børnum undir skúlaaldur, og hon staðfestir, at foreldur lesa minni fyri børnum sínum, enn tey áður hava gjørt. Eitt nú staðfesti kanningin, at heili 80 prosent av børnunum seinastu vikuna høvdu biðið um at fingið eina søgu. Tað sigur okkum, at áhugin hjá børnum fyri søgum avgjørt er til staðar.


Men tað eru alsamt færri foreldur, ið taka sær tíð til at lesa søgu saman við børnunum, og tær, sum gera mest við tað, eru kvinnur við hægri útbúgving, og sum hava eitt barn. Tað, sum ger, at børnini fáa áhuga fyri søgum og biðja um at fáa søgur, er tann góði vanin at lesa. Tí er umráðandi hjá foreldrum at fáa sær góðar lesivanar, um tey ynskja at lesa meira við børnunum. Tað kann vera at velja sær eina fasta løtu á degnum til at lesa saman, t.d. við songartíð. Les meira um kanningina her.


Les eisini: Um at vera ættleidd, rasismu og sálarheilsu


Tað ber eisini til at tosa um kreppu, tá so nógvir dreingir ikki lesa. Hvør skal skriva søgur um dreingir, um eingir dreingir eru at lesa, sum kunnu fáa íblástur til sjálvir at fara at skriva? Og hvussu við lesiførleikanum, tá so nógvir dreingir ikki halda lesingina við líka?


Fýra ungir menn trinu á pallin at siga frá sínum lesivanum. Teir greiddu frá, hvussu nógv tíð fyrr fór við sosialum miðlum, og hvussu teir gjørdust motiveraðir at lesa av ymsum orsøkum. Onkur var fótbóltsspælari, onkur droymdi um at gerast vinnulívsmaður, og felags fyri teir var, at teir høvdu fingið sær til vana at lesa útvaldar løtur á degnum. Teir vóru á einum máli um, at lesingin hevði verið ein góð íløga fyri teir, og at lesingin var góð fyri eitt nú konsentratiónina. Ein av dreingjunum legði áherðslu á upplesturin.


- Eg haldi tað vera umráðandi at pápar lesa við børnunum heima. Tað eru nógvir dreingir, ið síggja upp til pápa sín, og tey flestu børnini elska søgur. Tí haldi eg, at tað hevði verið gott hjá pápum at lisið fyri børnunum.


Les eisini: Gloymir abbi eisini meg?


Kreppa finst í nógvum ymiskum skapum. Tað er kreppa fyri børn, sum noyðast at flýggja frá húsi og heimi og søkja eydnuna umborð á lítlum báti, og tað er kreppa, tá yvirgangur rakar. Tað er kreppa, tá tú yvirlivir álopið á Utøya, meðan systir tín ikki kláraði tað. Og tað er kreppa, tá bumburnar regna yvir teg, og familjan má skiljast, tí pápin má vera eftir og kríggjast. Kanska noyðist mamman eisini á hermótið, og barnið noyðist at klára seg sjálvt. Tað er kreppa, tá álvarslig sjúka rakar, og børn gerast móðurloysingar ella børn missa systkin. Nógvar rørandi samrøður vóru við rithøvundar, sum hava havt kreppu heilt tætt sær, og sum hava staðið við avbjóðingini at fortelja tungu søgurnar fyri børnum.


- Tí er neyðugt at hava vónina. Tað er tað einasta, tú hevur, tá tú ert flutt inn á sjúkrahúsið, tí barn títt hevur fingið krabbamein, segði Mariangela Di Fiore m.a. um arbeiðið við Søstre, sum tók henni 10 ár at skriva.


Les eisini: Rakel Helmsdal viðgerð spurningar um deyðan í Loftar tú mær?


Sannleikin kann vera beiskur og tykjast meiningsleysur. Men barna- og ungdómsbókmentir kunnu vera til stóra hjálp í mun til at seta orð á truplu kenslurnar. Ein søga kann vera ein spegil og eitt vindeyga, sum er umráðandi fyri, at vit ikki kenna okkum einasamøll við okkara tonkum og kenslum.


Og vit kunnu byrja við at lesa saman við børnum okkara.

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page